Síðani farið varð undir at leita eftir olju í føroysku undirgrundini, hava føroysku umhvørvismyndugleikarnir lagt seg eftir, at boringin skal órógva havumhvørvið sum minst. Hetta við at seta treytir, sum eru í samsvari við altjóða reglur.
Fyri at meta um, hvørt boringin hevur órógvað havbotnin, verður álagt oljufeløgunum at gera botnkanningar av havbotninum kring boristaðið.
Øll kemikalii, sum verða brúkt, tá borað verður eftir olju á føroyskum øki, skulu góðkennast av Umhvørvisstovuni. Nýtsla av kemikalium, sum eru eitrandi, seint niðurbrótilig ella sum kunnu upphópast í livandi verum, verður avmarkað mest møguligt.
Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo